03.11.2020
Samstarvsnevndin fyri Visit Vágar hevur gjørt av at seta Tordis Kristinu á Rógvi Simonsen í starv sum leiðari fyri Visit Vágar. Tordis byrjar í starvinum hin 1. desember 2020.
Tordis Kristina er 34 ára gomul og hevur eina bachelorútbúgving í samskifti við sergrein í organisatión og leiðslu og eina kandidatútbúgving í altjóða ferðavinnu. Hon hevur starvsroyndir innan ferðavinnumenning, og hevur síðstu árini starvast sum menningarráðgevi og kunningarleiðari innan ferðavinnu í Danmark og í Føroyum.
13 umsóknir vóru til starvið, og samstarvsnevndin fyri Visit Vágar var samd um, at Tordis Kristina á Rógvi Simonsen við sínum starvsroyndum innan økið og útbúgvingum hevur røttu førleikarnar at røkja starvið.
Kommunurnar í Vágum ynskja Tordis til lukku og góða eydnu við starvinum og at vera vælkomin vestur.