31.05.2024
Vága kommuna sendi fyri løtu síðan skriv út, um at umhvørvisplássið fór at verða opið í dag frá kl. 16. Men Føroya arbeiðarafelag hevur boða kommununi frá, at tey góðtaka ikki, at umhvørvisplássið verður opið, og hava hótt við, at tað koma verkfallsvaktir at blokkera fyri, at borgarar hjá kommununi sleppa av við gráa posan við húsarhaldsruski.
Vit hava spurt hvussu tað kann vera at aðrar kommunu sleppa at hava umhvørvisplássini opin, har teirra borgarar sjálvir sleppa av við gráa posan, men hava ikki fingið nakað svar uppá tann spurningin, um hví munur verður gjørdur á ymisku kommununum og borgarum teirra.
Tað sum er ørkymlandi er, at eitt væl skipa økið fagfelagsliga, verður harðari rakt enn eitt økið ið er óskipað. Tað kennist hart og órættvíst.
Heitt verður á borgarar, at áðrenn bilar verða pakkaðir við húsarhaldsburturkasti, at kanna inni á umhvørvisplássium um verkfallsvaktir eru har, og í so fall at virða verkfallsrættin og ikki koma við húsarhaldsburturkasti.