Umleið 500 fólk lótu seg kanna í morgun

Kanningarfólk

07.11.2021

Vága kommuna ynskir senda eina hjartans tøkk til Sjúkrahúsverkið og starvsfólk teirra fyri at koma vestur í dag. 

Kanningarstøðin, í mun til seinast, varð flutt oman í hølini hjá sløkkiliðnum, og harvið bar til at kanna ímeðan fólk sótu í bilinum, og lætti hetta væl um kanningararbeiðið. 

Eina tøkk til Sløkkiliðið og Áslu Leilu Johansen fyri hjálp, at fyrireika hetta vegna kommununa.

Kommunan ynskir somuleiðis at takka teimum fólkunum sum standa í fremstu røð, í arbeiðnum at basa hesari farsóttini og fáa samfelagið aftur á beint.

Umleið 500 fólk tóku av møguleikanum at lata seg kanna í morgun. Tað er uml. 15% øllum borgarunum í oynni og vísur at tørvurin er stórur á eini kanningarsstøð í Vágum.