Umstøðurnar niðri á sandinum vorðnar betri

Sigtór Petersen Og Albert Ellefsen

Sigtór Petersen frá J&K Petersen og Albert Ellefsen, varaborgarstjóri

20.12.2021

Fríggjadagin varð nýggja brimverjan í Miðvági avhanda av J&K Petersen. Arbeiðið uppá brimverjuna byrjaði í fjør við tí endamálið at verja leiðingarnar sum liggja í gøtuni fram við sandinum, ímóti nógva briminum.

Somuleiðis hevur brimverjan gjørt at sjálvur sandurin er vorðin nógv betri við tað at meira sandur legst fram við grótkastinum. Tað sást beinanvegin stórur munur á, men enn eru eitt sindur av avbjóðingum vinstrumegin brimgarðin. Men hetta verður loyst við at leggja grót sum leiðir ósan longur út á fjørðin, so hann ikki kemur upp á sandin á sama hátt sum nú.

Arbeiðið at fríðka øki fram við gøtuni fer í gongd fyrst í komandi ári, har flag verður lagt á garðin og tilfar verður lagt omaná brimgarðin so tað verður høgligari at spáka ein túr út á endan.

Hetta hevur økt munandi um trivnaðin niðri á sandinum. Aktiviteturin niðri á sandinum er nógv voksin síðsta árið. Úti á Kumlum er daglig sjón at síggja kvinnur dyppa á sjónum og vindur hetta ítriv uppá seg. Somuleiðis brúka børn og vaksin nógv sandin, sum teirra spælipláss.

Tað var Albert Ellefsen, varaborgarstjóri sum vegna býráðið tók ímóti tá Sigtór Petersen frá J&K Petersen avhandaði brimverjuna til kommununa. Albert Ellefsen takkaði Sigtór Petersen fyri eitt væla arbeiði sum hevði gingið væl og skjótt.