Tað er listakvinnan og grafikarin Jana Jonhardsdóttir sum hevur staðið fyri listarliga samleikanum av Undurfagri mai og Maisól.
10.04.2024
Á býráðsfundi í februar samtykti býráðið at arbeiðast skuldi fram ímóti at skipa fyri eini mentanarviku í Vága kommunu.
Arbeiðið byrjaði beinanvegin, og avgjørt varð at leggja mentanarvikuna síðstu vikuna í mai. Vanliga er umhvørvisvikan hjá kommununi eisini í mai, og í ár varð avgerð tikin um at brúka allan mai mánaða til at varpa ljós á náttúru og umhvørvi við fjølbroyttum tiltøkum undir heitinum 'Undurfagri mai'. Heitið er funnið í sanginum 'Mai' hjá Tummas N. Djurhuus. Undurfagri mai endar við einari mentanarviku í døgunum 26. mai til 1. juni.
Mentanarvikan verður kallað 'Maisól' við íblástri úr gomlu føroysku sundurbýtingini av árinum eftir tendringum: Jólasól, Torrasól, Gøsól, Einmánasól, Vársól o.s.fr. Maisólin fer at varpa ljós á Vága kommunu við einari rúgvu av forvitnisligum mentanartiltøkum fyri borgarar og vitjandi í øllum aldri í allari kommununi.
Nógv spennandi hugskot eru í stoypiskeiðini, og vit gleða okkum at kunna nærri um Undurfagra mai og Maisól í næstum.
Tiltøkini verða kunngjørd á facebook og instagram og samlaða skráin verður løgd út á heimasíðuna hjá Vága kommunu.