Ung í arbeiði 2024

14.05.2024

Aftur í ár fer Vága kommuna at skipa fyri ung í arbeiði, fyri næmingar sum ganga í 9 flokki.

Ung í arbeiði verður frá mánadegnum 24. juni til fríggjadagin 5. juli. Arbeitt verður 6 tímar um dagin, frá kl. 9:00 - 15:00.

Tilmelding kann gerast við at fylla út formularin niðanfyri. Freistin at tekna seg fríggjadagin 14. juni.

Tey sum sleppa við í ung í arbeiði, fáa sendandi eitt skriv um hvar og nær tey skulu møta.