Ung í arbeiði byrja í dag

Luka I Sandavagi

26.06.2023

Í morgun møttu 20 raskir ungdómar til arbeiðis gjøgnum skipanina Ung í arbeiði, sum skipað verður fyri á hvørjum ári. Næstu 14 dagarnar koma hesi ungu at vera sjónlig í bygdunum, har tey lúka ókrút, sláa gras, planta, mála og annað fyrifallandi arbeiði sum fríðkar um í bygdunum.

Í morgun byrjaðu nøkur at mála brúgvar og benkur í viðarlundini í Miðvági, onnur eru byrjað at lúka í Sandavági og á umhvørvisplássinum verður nýggi skúrurin málaður. Málað verður teir dagar tað er turt, so næstu 14 dagarnar koma skelti Ný málað at hanga runt ymsastaðni í bygdunum, so veri varin tá gingið verður túr.