Ungdómsráðið saman við borgarstjóranum og kommunustjóranum.
16.03.2023
Týsdagin seinnapart, hevði ungdómsráðið í Vága kommunu fund á kommunuskrivstovuni.
Endamálið við fundinum var, at fyrireika seg til fundin, tey seinni á degnum skuldu hava við Bjarna Prior, borgarstjóra og Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra í Vága kommunu.
Ein og ein komu tey fram og greiddu frá hvat tey hildu vera gott og hvat var minni gott hjá børnum og ungum í kommununi.
Tey vóru øll samd um, at Vága kommuna hevði nógv gott at bjóða á frítíðar- og ítróttarøkinum, og vóru tey sera fegin um at tey, við ungdómsráðum, høvdu fingið eina rødd í kommununi, og takkaðu fyri tey átøk býráðið hevði gjørt fyri at betra um umstøðurnar á barna- og ungdómsøkinum í kommununi.
Men tey høvdu eisini nøkur ynskir til kommununa. Tað sum gekk ofta aftur hjá teimum var vantandi fjølbroytni í 10. flokk tilboðnum, sum gjørdi at fleiri, sum annars kundu hugsa sær 10. flokk, fóru víðari tá tey vóru liðug í 9. flokki.
Sálarheilsa hjá teimum ungu var eisini á skránni. Tey saknaðu tilboð á økinum, t.d skipaðar samrøðubólkar, umframt at tey mettu, at havt ein sálarfrøðing skúlanum hevði gjørt teimum gott. Eisini ynsktu tey sær eina ítróttarhøll afturat, tí tað var trupult at fáa tíð í verandi høll, umframt ein skoytubana.
Heitt varð á borgarstjóran um at hava størri fokus veðurlagið politikk og taka atlit til umhvørvi, tí tað er nakað sum upptekur tey ungu og teirra framtíð. Millum annað hildu tey at tað skuldi verið møguligt at skilt húsarhaldsruskið betri Umframt at ferðslutrygd fylti nógv í hugaheiminum hjá teimum.
Tey ungu ynsktu eisini at taka ábyrgd. Uppskot frá teimum ungu vóru frammi um, at geva teimum møguleikan at arbeiða við yngri ungum og børnum, nakrar tímar um vikuna. Børnini og tey yngri ungu, síggja upp til tey eldri ungu. Tey kundu hugsað sær førleikamennandi skeiðir í at arbeiða við børnum og ungum, og mæltu til at hetta kundi verið skipað sum ein verkætlan við heilárs ung í arbeiði. Hetta átak kundi somuleiðis ført við sær, at fleiri ung seinni í lívinum fóru at útbúgva seg og arbeiða á umsorganarøkinum, har stórur mangul er á arbeiðsmegi í dag og væntandi í framtíðini eisini.
Eftir framløgurnar, takkaði borgarstjórin teimum ungu fyri teirra áhuga og ídni, fyri at tey bjóða seg fram at vera røddin hjá teimum ungu í kommununi, í ungdómsráðnum. Hann tók væl í móti øllum rís og rós, og vónaði at tey ungu framhaldandi fóru at halda eitt vaki eyga við býráðnum í øllum málum sum viðkoma teimum ungu.
Tað kom nógv fram á fundinum, og borgarstjórin hevði úr at gera við at skriva notatir, so hann hevði møguleika til at svara og viðmerkja alt tað sum tey ungu høvdu uppá hjarta. Millum annað greiddi borgarstjórin frá um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur tá tað kemur til skúlaverkið og ferðslu, og um interkommunala felagsskapin IRF viðv. burturkasti. Men samstundis vísti borgarstjórin á, at umhvørvisplássið hjá okkum fær stórt rós frá IRF, fyri at vera millum tey bestu í landinum at skilja væl og sum eitt væl umsitið umhvørvispláss, har eisini nógv verður gjørt við at endurnýta og planta til egna nýtslu í kommununi. Gongd er á nøkrum málum um at minka um oljunýtslu á ymiskum stovnum hjá kommununi við at skifta yvir til aðrar orkuloysnir og býráðið hevur sett pening av til at hetta endamálið. Men heilt víst eigur kommunan at hava størri fokus á umhvørvi og at kommunan er burðardygg í tí hon ger, millum annað at finna loysnir fyri hvussu vit kunnu blíva enn betri at skilja rusk.
Borgarstjórin ráddi ungdómsráðnum til, at velja sær nøkur av evnunum tey høvdu havt uppi at venda og arbeiða víðari við teimum, og síðan fyrireika tey til mál sum kunnu verð viðgjørd í ymisku býráðsnevndunum. Borgarstjórin metti at har vóru fleiri ótrúliga góð hugskot ið eiga at fáa eina góða viðger í býráðnum. At vit eiga ein so vísa og áhugaðan ungdóm, tað eiga vit at taka til okkum og vísa teimum í verki, at tey verða hoyrd.
Bjarni Prior
borgarstjóri