Ungdómsráðið skipar fyri borgarafundi

Ungdomsrad1

29.10.2024

Síðan ungdómsráðið hjá Vága kommunu varð sett á stovn, hava tey verið sera virkin við ymiskum málum, og nú tað stundar til kommunuval, skipa tey fyri borgarafundi á Giljanesi, har valevnir frá báðum listumum til býráðið vera við til tvey pallborðskjak, har evnini vera børn og ung, umhvørvið og integratión.

Tað eru tey ungu sjálvi sum hava skipa fyri og lagt alt til rættis. Tey bjóða vælkomin, greiða frá um barnarættindasáttmálan, bjóða okkurt til matna og hava syrgt fyri eini stórari tónleikaframførslu.

Borgarafundurin verður á Skúlanum á Giljanesi í kvøld (týskvøld) kl. 19.00.

Møguligt er at fylgja við og lesa meir um ungdómsráðið og skránna fyri borgarafundin á teirra facebook síðu Ungdómsráðið í Vága kommunu.