18.11.2022
Nú gongd er komin á arbeiðið við 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi, verður útbjóðingin at listprýða skúlan boðið út.
Býráðið hevur samtykt, at listafólk í Vága kommunu skulu fáa møguleikan at koma við uppskoti at listprýða 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Nýggi bygningurin inniheldur tí handaligu deildina, tónleik, náttúru og tøkni. Samlaða gólvarealið er 1121 fermetrar.
Býráðið valdi ein listabólk at koma við einum tilmæli um hvussu útbjóðingartilfari skuldi síggja út. Lagt verður upp til list í breiðari merking, sum kann vera alt frá málninga- og myndlist, grafiskt, installatión, tekstil, ljós og ljóð fyri at nevna nøkur.
Listafólk skulu lata inn skitsuuppskotið, saman við frágreiðing um listaverk/ini og neyvt útgreina hvat tilfar verður nýtt, og eina kostnaðarmeting. Freistin at senda inn uppskot, er mánadagin 16. januar 2023.
Listabólkurin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at taka.
Listabólkurin ger samrøðu/r við útvald listafólk, sum bjóða uppá uppgávuna. Samrøðurnar verða fyrst í februar og uppgávan verður latin einum ella fleiri listafólkum um hálvan februar.
Kunning
Bjóðað veður til kunningarfund á skrivstovuni hjá Vága kommunu týsdagin 29. november kl. 16.00, har listabólkurin saman við arkitektinum greiða frá um verkætlanina.
Tekningar yvir 2.byggstig fáast við at venda sær til Vága kommunu.
Listaverkini skulu vera uppsett í seinasta lagi áðrenn skúlabyrjan í august 2023. Býráðið hevur sett kr. 175.000,- av til listprýðing.