ÚTSETT Framløga av fyrstu kirkjubókini í Vágum

Bygdarhúsið2

15.12.2020

Vegna COVID-19 og tilmælini frá almennu myndugleikunum, er framløgan av fyrstu kirkjubókini í Vágum útsett til komandi ár.

Mikukvøldið 16. desember klokkan sjey, klokkan 19,  verður tann elsta kirkjubókin í Vágum løgd fram í Bygdarhúsunum í Miðvági.

Tað er Johan G. Mikkelsen, sum hevur skrivað av tær upprunaligu kirkjubøkurnar, sum mangan eru kámar og ringar at lesa hjá øllum teimum, sum ikki hava lært at lesa gotiska hondskrift. Í hesi bók, fæst nógv at vita um Vágar og Mykines. Tann, sum vil fáa at vita um hvørji børn eru fødd har, kann síggja foreldrinini og hvørji vóru gubbar og gummur hjá teimum, tá tey vóru doypt. Her stendur nær tey vórðu konfirmeraði, og hvørjum tey giftust við. Tað stendur eisini, nær tey eru deyð. Tann, sum vil fáa at vita hvørji systkin, ein av forfedrunum hevði, kann síggja tað í hesi bók.

Í hesi bók síggja vit, hvørji tey fyrstu vóru, sum settu seg niður á Slættanesi og á Víkum. Vit kunnu fylgja við hvussu hinar bygdirnar og hesar vuksu. Vit kunnu síggja hvørjir fyrstu handilsmenninir vóru og teirra slag og slekt.

Sera áhugavert er at síggja hvussu okkara formøður hava stríðst, serliga tá húsbóndin doyði av vanlukku, og tær hildu saman upp á húsið.

Vágar hava fostrað mangar kendar føroyingar. Í hesi bók, síggja vit Hammershaimb, sum var føddur í Sandavági og sum hevur skrivað í hesa bók tá prestloysi var í Vágum og hann var prestur í Kvívík ella á Nesi. Her síggja vit eisini teir báðar miklu yrkjararnar Mikkjal á Ryggi og Gudmund Bruun, sum hava yrkt nógvar av sálmunum í okkara sálmabók.

Á framløguni fer Jógvan Ravnsfjall at greiða frá teimum áhugaverdu prestunum, sum hava skrivað kirkjubøkurnar. Inga Poulsen Dam fer at greiða frá týdningin, kirkjubøkurnar framvegis hava og hvat tær gomlu bøkurnar kunnu siga okkum.

Tað er Felagið Varðin sum gevur út, og at enda fær ritstjórin Johan G. Mikkelsen fyrsta eintakið av bókini handað.

Henda bók er ein partur av verkætlanini um at geva út tær elstu føroysku kirkjubøkurnar. Í summar komu tær í Eysturoynni út. Í november kom hon fyri Norðoyggjar. Vágabókin er tí tann fjórða. Næsta bókin verður um Norðstreym. Síðan verður farið suður um Hórisgøtu, sum er gøtan millum Skælings og Oyrareingir, og har eru eisini sera áhugaverdar kirkjubøkur.

Í hvørjari bók er stílur. Har ber til at finna hvar fólkanøvn og staðarnøvn standa, so bøkurnar kunnu nýtast sum handbøkur hjá leikum og lærdum.

Koronutilmælini verða fylgd.

Felagið Varðin