21.03.2025
Eins og undanfarin ár fer Vága kommuna at luttaka í átakinum Earth Hour, ella á føroyskum Jarðarinnar tími. Leygarkvøldið 22. mars frá kl. 20.30 til 21.30 verða øll ljósini í kommununi sløkt í ein tíma.
Endamálið við átakinum er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvismál. Hetta er eitt heimsumfatandi átak, sum byrjaði í 2007 í Sydney, og hvørt ár hava fleiri býir og kommunur kring heimin luttikið – og alsamt fleiri leggjast afturat. Átakið gevur eisini borgarum og fyritøkum íblástur til at taka grønar avgerðir í gerandisdegnum.
Men Jarðarinnar tími er ikki bara gott fyri umhvørvið – tað er eisini gott fyri okkum sjálvi. At steðga á eina løtu, leggja telefonina frá sær og vera saman við øðrum hevur jaligan ávirkan á sálarheilsuna. Tað er ein møguleiki at kenna nærveru, njóta løtuna og gera okkurt saman fyri okkum sjálvi og fyri onnur.
Vit heita á øll í kommununi um at sløkkja ljósið í ein tíma og nýta løtuna til nakað hugnaligt og mennandi. Tit kunnu fara ein túr, hittast í grannalagnum, njóta ein góðan drekkamunn, syngja saman, ella bara hyggja upp í stjørnuhimmalin. Hetta er ein góður møguleiki at hugsa um okkara umhvørvi – og samstundis styrkja felagsskapin og trivnaðin.
Latið okkum saman gera eitt sindur fyri klótuna og okkara egnu sálarheilsu – ein tími kann gera mun!