Slættanes - Nicolás Vera-Ortiz
14.12.2020
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at endurnýggja heimasíðuna hjá Vága kommunu, og nú er hon klár at taka í nýtslu.
Nýggja heimasíðan hevur broytt bygnað til at vera meira brúkaravinarlig. Nógv av innihaldinum er tað saman, men er drigið fram og sostatt lættari hjá brúkarunum at finna. Mangt á síðuni er broytt, og okkurt nýtt er eisini komið afturat.
Heimasíðan er ment soleiðis, at tað skal vera lættari hjá tær at finna viðkomandi upplýsingar og tilfar, umframt at kommunan hevur fingið fleiri nýggjar hentleikar, at kunna um viðurskifti í kommununi. Síðan er somuleiðis ment soleiðis, at hon riggar betri á øllum tóleindum, til dømis snildfonum og teldlum.
Heimasíðan er sýnisgluggin inn til kommununa, har borgarar kunnu leita eftir tænastum ella kunning. Og hon er sýnisgluggin hjá kommununi út til borgaranar, at vísa fram tænastur, minna á freistir ella tekniskar avbjóðingar, skrá fyri hvat og nær, umframt mangt annað.
Ein heimasíða verður ongantíð liðug og enn vanta onkrar myndir o.a. Men fyri at hava eina góða og viðkomandi heimasíðu, má hon vera í støðugari menning og dagførast javnan. Vit taka fegin ímóti viðmerkingum og uppskotum, til hvussu vit kunnu menna síðuna enn meira. Eru upplýsingar skeivir ella vanta upplýsingar um okkurt felag ella fyritøku, boða okkum frá, so verður tað rættað.