Vága kommuna og IRF hava undirskrivað sáttmála um øki til umskipanarhøll

VK Og IRF

Mynd: Poul Andrias Joensen, stjóri, Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna, Bjarni Prior, borgarstjóri og Albert Thomassen, fíggjarleiðari

23.05.2024

Í morgun, tann 23. mai 2024, var ein týðandi sáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í Vága kommunu. Bjarni Prior, borgarstjóri, og Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna í IRF (Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum), skrivaðu undir ein leigusáttmála um eitt øki, sum skal nýtast til móttøku, viðgerð og avskipan av pantuíløtum.

Hendan avtalan kemur í kjalarvørrinum av, at ein stórur meiriluti á Løgtinginum fyri góðari viku síðan tók undir við einum uppskoti frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um eina nýggja felags pantskipan fyri alt landið. Í mong ár hevur verið arbeitt við at fáa á stovn eina felags pantskipan, ið skal gera tað lættari og smidligari hjá fólki at sleppa av við pantíløt.

Nýggja skipanin inniber, at fólk kunnu sleppa av við øll síni pantuíløt á einum stað, samstundis sum tað verður lættari hjá handlunum at handfara íløtini. IRF fær ábyrgdina av at umsita skipanina, heinta íløt frá handlum, gjalda handlum pantið og syrgja fyri, at íløtini verða endurnýtt og endurvunnin. Talan er um eina skipan, ið skal handfara umleið 15 milliónir íløt um árið.

Avtalan, sum í dag varð undirskrivað við Vága kommunu, merkir, at ein 1200 m² stór høll verður bygd í grótbrotinum í Sandavági. Bjarni Prior, borgarstjóri, sigur, at hetta hevur verið ein longri tilgongd við nógvum samráðingum seinastu mánaðirnar um staðsetingina av høllini. Hann leggur afturat, at hetta fylgir hugsanunum hjá Vága kommunu um, at virksemið í grótbrotinum skal hava fokus á umhvørvi og menning av endurnýtslu.

Borgarstjórin ynskir harumframt at rósa og takka IRF og nevndini fyri IRF fyri eitt gott og gevandi samstarv í hesi tilgongdini við samráðingunum. Hann heldur, at hetta nýggja samstarvið fer at hava stóran týdning fyri bæði umhvørvið og trivnaðin hjá borgarunum, og hann sær fram til at síggja verkætlanina blóma.

Hendan nýggja høllin og samstarvið millum Vága kommunu og IRF er eitt stórt stig framá fyri endurnýtslu og umhvørvisátøk í Føroyum, og tað fer at hava stóran týdning fyri bæði umhvørvið og trivnaðin hjá borgarunum.