Vága kommuna vertur fyri gang og renn átaki

6. Mars Vága Kommuna

03.03.2021

Ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri afturvendandi átakinum Gang og Renn fyri heilsuna. Átakið er partur av Rørsla fyri øll og ABC fyri sálarheilsu. Endamálið er at fáa fólk út at røra seg í 30min, har øll kunnu vera við - ung sum gomul. 

Hvønn leygarmorgun kl. 10.00 verður møtt hjá eini kommunu ella fyritøku í oynni, og so verður gingið ella runnið í 30min, 15min út og 15min heimaftur, og aftaná bjóðar verturin kaffi og frukt.

Átakið byrjar komandi leygarmorgun 6. mars kl. 10.00. Møtt verður við SÍF húsið í Sandavági og er tað Vága kommuna sum er vertur hendan dagin. Umboð fyri kommununa bjóðar vælkomin og aftaná at luttakararnir hava verið túrin, bjóðar kommunan morgunmat.

Hetta er fyrsti leygarmorgunin av nógvum, tí átakið heldir fram til einaferð í oktober, tó við einum steðgi í summar.