16.09.2020
Í dag skrivaði Vága kommuna undir sáttmála við Fíggjarmálaráðið um at vera við í verkætlanini Talgildu Føroyar. Vága kommuna kann nú saman við Talgildu Føroyum fara undir at menna talgildar tænastur til borgararnar í kommununi, har tað verður trygt og lætt at kunna avgreiða almenn viðurskifti á einum stað.
Tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum kann lesast her
Myndatekstur: Nicolai M. Balle stjóri á Talgilda Føroyar, Aimé Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen borgarstjóri í Vága kommunu, Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda kommunu og Jørgen Nicalsen fíggjarmálaráðharri.