20.05.2021
Vágakórið varð stovnað 1981, og Í hesum sambandi fer kórið at seta dám á dagin við eini jubilæumskonsert.
Katrin Jørgensen, sum er kórleiðari, hevur valt eina væl samansetta skrá við føroyskum sangum. Harímillum er eitt nýtt verk við heitinum, “Í hoyna”. Kári Bæk eigur lagið, og Mikkjal á Ryggi eigur orðini til verkið.
Kórið hevur øll árini hildið til í auluni í gamla partinum í skúlanum á Giljanesi. Jubilæumskonsertin verður tað seinasta tiltakið í auluni, áðrenn gamli parturin av skúlanum verður tikin niður.
Vónandi møta fólk fjølment til konsertina og har kenna hugnan í auluni fyri seinastu ferð.
Konsertin verður ókeypis, men høvi verður at lata eitt oyra til kórið.
Nevndin