Vallistar liggja frammi til alment eftirlit

09.10.2024

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. november 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 9. oktober til týsdagin 22. oktober í vanligari avgreiðslutíð.  

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 5. november verða send kommunustýrinum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.