Vegna veður er potinging leygardagin útsett til kl. 16.00 til 18.00

Potarar (1)

28.01.2022

Sagt verður frá nógvum vindi leygardagin á middegi, og fyri trygdina hjá starvsfólkunum sum pota, er avgjørt at útseta potingina til kl. 16.00 til 18.00. So tey sum hava tíð til kl. 12.00 skulu møta kl. 16.00, tey sum hava tíð kl. 12.15, skulu møta kl. 16.15 og so framvegis.

Áheitan til tykkum sum skulu potast

Tað hevur gingið sera væl seinastu tíðina at pota, hóast allar tíðirnar hava verið bílagdar, so hevur so gott sum ongin bíðitíð verið.

Men smittutrýstið er sera stórt hesar dagar, og tí er latið upp fyri fleiri tíðum innanfyri somu tíðarrammu, fyri at fáa fleiri ígjøgnum. Fyri at tað skal ganga líka gott og skjótt, hevur tað týdning at møtt verður upp til ásettu tíð, at hava strikukoduna / QR-kodu klára áðrenn koyrt verður inn í tjaldið, møguligt er at taka eina mynd/screenshot av koduni áðrenn farið verður frá húsum, so tíðin ikki verður brúkt til tað tá man er komin inn í tjaldið.