Vestruvón hevur nýggj tilmælir í samband við jólini

Vesturvon2

15.12.2020

Nú nógvir jólagestir koma úr útlondum, har smittubreiðslan er stór og vaksandi, ræður um, at vit aftur eru umhugsin, vísa ábyrgd og gera sum mest fyri at verja okkara eldru borgarar, fyrst og fremst við at taka tilmælini frá myndugleikunum í størsta álvara.

Almennu tilmælini eru, at fólk lata seg kanna 72 tímar áðrenn, tey koma til Føroyar, við komu og so aftur á 6 degi, har komudagurin er at rokna sum dagur 0. 

Tú eigur at vera heilt serliga ansin frá tí degi, tú kemur til Føroya, og til kanningarúrslitið frá 6. degi er tøkt. Í stuttum ert tú saman við so fáum sum til ber, og tú skalt altíð fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Og kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin. 

Útisetar, sum hava avvarðandi á røktarheimum og sambýlum, eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ. 

Higartil hevur eydnast at hildið smittuni burtur frá eldrarøktini, og hesa góðu gongd vilja vit halda fast við.

Vit vilja við hesum eisini heita á øll um at fylgja almennu tilmælunum, sum eru at lesa á www.korona.fo.

Vit eru takksom fyri, at tú – í hesum óvanligum tíðum – hjálpir borgaranum og okkum at halda korona smittuni burtur.

Jóngerð M. Nielsen,

stjóri Vesturvón