Vesturvón skipar fyri tiltaki um demens mikukvøldið

Heimatænastan

10.02.2025

Tíðindaskriv frá Vesturvón: Ert tú avvarðandi hjá borgara við sjúkuni demens?

Mikukvøldið tann 12. februar 2025 kl. 19.00 verður alment tiltak í Bygdarhúsinum í Miðvági fyri avvarðandi hjá borgarum við sjúkuni demens.

Vit fara at hava orðaskifti um, hvussu vit kunnu menna demenstænastuna hjá Vesturvón.

Demenssamskiparar hjá Vesturvón og vitjunarvinir hjá Reyða Krossi luttaka.

Umframt hetta verður sangur, kaffi/te og prát á skránni.

Vit vilja so fegin hoyra tykkara tankar og ynskir. 

Við vón og ynski um góða undirtøku.

Vesturvón