Mynd: Nevnd og starvsfólk hjá Visit Lindesnes og Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari á Visit Vágar.
12.05.2022
Á kommunuskrivstovuni í gjár komu níggju gestir úr Noregi á vitjan. Visit Lindesnes er menningarstovan hjá Lindesnes kommunu í Suðurnoregi. Tey eru komin til Føroya, at kunna seg um hvussu føroyskar ferðavinnumenningarstovur arbeiða. Tey hava tí verið og vitjað tríggjar menningardeildir, har ímillum Visit Vágar.
Bjarni Prior, borgarstjóri og formaður í samstarvsnevndini fyri Visit Vágar tók í móti gestunum. Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari á Visit Vágar, hevði eina framløgu fyri teimum um Visit Vágar, um tilgongdina Visit Vágar hevur verið ígjøgnum, at vera farin frá at vera ein kunningarstova til síðan 2020 at vera ein menningarstova (DMO). Greitt varð frá dagliga arbeiðinum hjá menningarstovuni, týdningin av at arbeiða fram ímóti at ferðavinnan gerst sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygg, at veita ráðgeving og at skapa samstørv. Skelting og gøtuskipan fyri at stýra ferðavinnustreyminum, viðlíkahald av gøtum gjøgnum eitt nú Closed for Maintenance átakið, avbjóðingarnar við at arbeiða við tveimum kommunum sum hava ymiskan tørv á menning, og avbjóðingar við vantandi lógarkarmi og heimild á ferðavinnuøkinum.
Norsku gestirnir frá greiddu somuleiðis frá teirra arbeiði. Visit Lindesnes er, eins og Visit Vágar, ein DMO, men eru skipað eitt sindur øðrvísi. Visit Vágar er kommunalt, og er fíggja av Vága kommunu og Sørvágs kommunu, og skipað undir eini samstarvsnevnd. Visit Lindesnes er eitt felags kommunalt og vinnuligt felag. Fíggingini kemur frá kommununi, vinnulívinum og ymiskum verkætlanum. Teirra arbeiðsøki er deilt í trý við marknaðarføring, økismenning fyri at tryggja sosiala, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygd í ferðavinnuni, og sum tað triðja við ráðgeving til ferðavinnuveitarar.
Øll vóru samd um at Visit Vágar og Visit Lindesnes arbeiddu eins á nógvum økjum, serliga við burðardygd sum gjøgnumgangandi tema, men at tað samstundis var nógv sum tey kunnu læra frá hvørjum øðrum.