Vit fara at spæla á fjørðinum

Action Dagur Fjordinum (1)

12.06.2023

Vit hava liggjandi góðveður alla vikuna, og sambært Veðurstovu Føroya verður sera gott veður hósdagin 15. juni. Tí ætla vit at endurtaka action dagin á fjørðinum, sum var fyri nøkrum árum síðan.

Frá umleið kl. 16.30 fara dypparar frá Aldnuni at vera á sandinum í Sandavági og í Miðvági. Costa del niðri á sandinum’, har vit kunnu byggja sandslott, fanga krabbar ella bara sita og njóða útsýnið og sólina. Taki eitt teppi, kaffi og okkurt søtt við tykkum oman á sand.

Bjargingarfelagið fer at sigla við teirra skjóttgangandi báti millum bygdirnar og kanska onkran túrin út til Trøllkonufingur.

Nærri kunning kemur í vikuni um onnur tiltøk í samband við dagin. Eigur tú ein skjóttgangandi bát ella vatnskutara, boða okkum frá á kommununi, so vit kunnu samskipa onkrar túrar.