18.01.2024
Í gjárkvøldið var eitt sera hugnaligt tiltak har hópur av børnum, ungum og vaksnum vóru og skreiddu í keibrekkuni. Vit hava avgjørt at keibrekkan og vegurin niðri á keiini aftur verða stongd í kvøld frá kl. 16.00 til 21.00, so møguleiki er fyri at fara aftur at skreiða, standa á lopfjøl ella standa á skíð. Ætlanin er at endurtaka tað so leingi kavin liggur sum hann ger nú.