13.11.2020
Tíðindaskriv frá Vesturvón
Leiðslan á Vesturvón hevur, á fundi í gjár, eftirmett støðuna viðvíkjandi vitjanartíðum á Heiminum á Sýnini.
Hetta til nú, hevur tað verið soleiðis, at vit hava havt ásettar vitjanartíðir.
Nú tamarhald er á smittuni, hava vit umrøtt og eftirmett, saman við metingum frá búfólkið og avvarðandi.
Frá mánadegnum tann 16. novembur 2020 verður latið upp fyri øllum vitjanum. Hetta merkir, at ongar avmarkingar eru fyri hvussu nógv, og nær, vitjandi kunnu koma og at øll tiltøk aftur kunnu vera inni á heiminum.
Vitjandi verða framvegis biðin um, at skráseta seg tá tey vitja. Hetta fyri lættari at kunna spora smittu.
Tað hevur týdning fyri okkum øll, at vit halda tey almennu tilmælini um fjarstøðu og hondreinføri.
Vit gleðast um góðu gongdina búfólkum, avvarðandi og starvsfólkum at frama.
Miðvágur 13. Novembur 2020
Jóngerð M. Nielsen
Stjóri Vesturvón