Sløkkilið
Sløkkiliðið í Vága kommunu :
Miðvágur og Sandavágur hava felags sløkkilið. Sørvágur hevur sítt egna sløkkilið, men samstarvið millum sløkkiliðini er sera gott, og samskipað - er eldur í á einum stað, fara bæði sløkkiliðini avstað, har so "avbygdasløkkiliðið" metir hesa sløkking sum eina venjing.
Sløkkiliðini hava javnan venjinar saman, umframt at skipað verður fyri sonevndum "temakvøldum", har ymisk viðurskifti verða viðgjørd - politiið luttekur altíð á hesum fundum. Smærri sløkkilið eru í Bø, Gásadali og í Mykinesi, og er ætlanin í næstu framtíð at fáa eitt tættari samstarv millum hesi og tey størru sløkkiliðini í Vágum.
Á Vága Floghavn - SLV - er eisini eitt væl útgjørt sløkkilið, og eru avtalur gjørdar um eitt tættari samstarv, "tvørtur um hegnið", og hava longu verið fleiri felags skeið og venjingar har luttakararnir vóru: SLV, sløkkiliðini í Vágum, Sjúkraliðið, Vága Bjargingarfelag, Ambulansuliðið, politi o.o. viðkomandi.
Í sløkkiliðnum hjá Vága kommunu eru:
|