Legandariski íslendski kultbólkurin HAM kemur at vitja vinmenninar 200 í Listastovuni
Legandariski íslendski kultbólkurin HAM kemur at vitja vinmenninar 200 í mars.
Hetta vinalagið hevur verið heilt síðani bólkarnir spældu saman á Norðurbryggjuni fyrst í 00’unum, og samband verið líka síðani.
Seinast spældu bólkarnir saman í Reykjavík í 2023, og á 200-plátuni Reytt Pass frá 2016 var Óttar Proppe frá HAM eisini gestasangari á lagnum “Kristin Dómur”
Bólkarnir hava eisini gjørt samrøðu í beinleiðis sjónvarpstíðindasending í RUV, har Niels á góðum íslendskum greiddi frá hvussu tidndingarmikið bjartskygni millum brøðratjóðirnar er.
Nú er tíðin komin til at HAM vitjar 200 í Føroyum. Fyrst í Listastovuni, og síðani í OY. Hetta verður í mars mánaða.
Eftir at 200 góvu út plátuna ‘Reyvheart’, ta sjeyndu í røðini, eru fyrireikingar so smátt í gongd til áttandu plátuna ‘EL OCHO’.
HAM hava givið út 8 plátur. Ta fyrstu í 1989, og ta seinastu í 2020, ‘Chromo Sapiens’.
Atgongumerki kann keypast her.