Soulglottar

Soulglottar

Dagfesting:28. februar. 2025
Staðseting:Mentan
Klokkan:20:30

Spæl føroyskt vika í Listastovuni

Soulglottar er ein jazzbólkur, sum varð stovnaður í 2018 tá Dania O. Tausen, Arnold Ludvig, Pauli Reinert Poulsen og Rógvi á Rógvu byrjaðu bólkin, fyri at bjóða sær sjálvum av og stuttleika sær við tónleiki, sum teimum dámdi.

Í 2024 hava tey nú gjørt eitt come-back, har tey spæla og tulka føroyskar jazz-standardar.

Sum navnið "Soulglottar" bendir á, so er tað ein samanrenning av enskum og føroyskum soulutum sólskini. Tað er alt frá kendum

jazzstandardum sum Dania hevur týtt til føroyskt, eins væl og egin og eldri føroysk løg.

Dania O. Tausen - sang

Arnold Ludvig - bass

Pauli Reinert Poulsen - gittar

Rógvi á Rógvu - trummur