Verkætlanin Jól til jól
Námsætlan fyri tey 6 ára gomlu í Vága kommunu.
Dagstovnarnir eru, saman við skúlanum, farnir undir eitt samstarv, har endamálið er at geva børnunum bestu fortreytir fyri eini góðari skúlabyrjan. Við hesum samstarvi, ynskja vit at gera børnini kend við hvønn annan, við skúlaumhvørvið og lærarar, sum taka ímóti teimum, tá tey byrja í 1. Flokki.
Hetta síðsta árið, børnini ganga í barnagarð, verður farið inn í eina skipaða læri- og spælitilgongd, so børnini gerast kend við viðurskiftini í einum komandi 1. Flokki. Øll læringin tekur støði í spæli.
Eina ferð um vikuna møtast stovnarnir soleiðis:
- Fyrra hálvárið – í høllini til skipað virksemi við rørsluvegleigarum frá NR. Í Smílikulluni til skipað virksemi við m.a. málspølum.
- Seinna hálvárið – saman við lærarum í skúlanum, har tað verður arbeitt víðari við málspølum og talfatan. Halda áfram við at møtast í høllini.
Tað sum eyðkennir okkara arbeiði er at vit arbeiða við, at menna og menta hvørt einstakt barn, við greiðari tilvitan um, at øll børn eru ymisk, men øll børn kunnu læra.
Læruáskoðanin, vit arbeiða útfrá, er næsta menningarstig hjá Vygotski, tað sum barnið dugur saman við øðrum í dag, dugur tað sjálvt í morgin. T.v.s børn læra av hvørjum øðrum og okkum vaksnu, um umstøðurnar loyva tí.
Arbeiðið, sum dagstovnarnir gera við teimum 6 ára gomlu tekur støði í Námsætlanini hjá stovninum, men dentur verður lagdur á menningarøkini: Persónligir førleikar, Sosialir førleikar, Málsligir førleikar og Rørsluligir førleikar. Her hava vit sett okkum hesi mál:
Persónligir førleikar
- Sjálvbjargni - Barnið klára seg sjálvt t.d. við reinføri, lata seg í klæðir, hava ábyrgd av egnum tingum.
- Egin mørk – Barnið megnar at siga frá yvirfyri hinum børnunum og fær møguleika fyri at loysa tvístøður sjálvt.
- Sjálvkensla – Barnið trýr uppá seg sjálvan og hevur dirvi at royna nýggjar avbjóðingar.
- Bindindi og hugsavnan – Barnið dugir at móttaka, skilja og fylgja felags boðum.
Sosialir førleikar
- Tann góði felagsskapurin – Børnini trívast og hava tað gott saman. Hava virðing fyri hvørjum øðrum. Skilja at tey hava ymisk sjónarmið. Tey lurta eftir hvørjum øðrum.
- Sosialorka - Barnið fær fleiri jaligar upplivingar/sambondi í felagsskapinum enn neiligar. Hetta gevur barninum orku/mótstøðuføri at handfara avbjóðingar í gjøgnum lívið.
- Empati – Barnið megnar at liva seg inn í kenslur og tørvir hjá øðrum menniskjum. Lærir nýggjar mátar at loysa trupulleikar. Lærir at handfara sína vreiði á ein skinsaman hátt.
Tað gevur sosialaorku tá ein lærur at seta seg sjálvan til síðis og vísa umsorgan-næsta kærleika- og samkenslu fyri øðrum menniskjum, og hetta er nakað vit arbeiða nógv við hjá teimum 6 ára gomlu, so tey kunnu gerast ein góður floksfelagið tá tey koma í skúla. So tey duga at taka atlit til onnur menniskju, og tora at siga frá tá okkurt neiligt fer fram, so normurin verður, at her hjálpa og stuðla við hvørjum øðrum.
Málsiligir førleikar
- Fjølbroytt málsligt umhvørvi - Barnið lærir nýggj hugtøk, økir um orðatilfongi og lærir at samskifta á ein hóskandi hátt.
- Søgulesnaður, spæliskriving og málspøl – Barnið verður tilvitað um bókaheimin. Barnið verður tilvitað um tøl og bókstavar.
- Nærverandi vaksin – Barnið lærir at samrøða og seta orð á seg sjálvan og alt í fer fram rundanum ein.
Rørsluligir førleikar
- Børn læra ígjøgnum kroppin – Barnið skal hava so nógvar náttúrupplivingar og rørsluligar avbjóðingar, sum gjørligt.
- Sansastimbran – Barnið skal hava møguleika fyri at stimbra húðasans, tyngdarsans og vødda-liðsansin.
Virksemið skal stuðla fjølbroyttu menningini hjá tí einstaka barninum. Hetta letur seg einans gera við nærverandi vaksnum, sum møta barninum har tað er. Sum síggja læringsmøguleikar hjá hvørjum einstakum barni, og geva ti fleiri góðar upplivingar enn ringar, meðan tað er á stovni. Soleiðis leggja vit dent á at skapa eitt umhvørvi, har barnið fær møguleikar, at menna atburð og førleikar, sum ger, at tað kann liva og handfara lívsumstøður í framtíðarsamfelagnum, har 1. Flokkur er næsta stigið.
Nærverandi vaksin: tað merkir, at børnini vera møtt sum tey eru, at vit síggja læringsmøguleikar hjá hvørjum einstøkum barnið, at barnið far fleiri góðar upplivingar enn ringar, í meðan tey eru á stovni, at børnini vera fylt við upplivingum, at vit vita hvussu ein er ein góður samtalufelagi, sum lærir børn at samrøða og seta orð á seg sjálvan og alt í fer fram rundan um tey.