Vevskúli

Gamli skúli í Sandavági

Vevskúlin heldur til í Gamla skúla í Sandavági og hoyrir undir kvøldskúlaskipanina.

Upprunaliga vóru tað nakrar kvinnur í Miðvági, sum vildu seta vevskúla á stovn, tað var um aldarskifti. Tær fingu Poulinu Jóanesardóttir at undirvísa og tær fingu høli á loftinum í trolhúsinum á kajuni til at veva í og har hava tær so hildi til, inntil tær á vári í 2014 kundu flyta inn í gamla skúlan í Sandavági, eftir at nýggjur skúli varð bygdur á Giljanesi og gamli skúlin í Sandavági ikki bleiv nýttur til undirvísing meir.

Einar 20 kvinnur hava so trúliga gingið til veving hvønn vetur.