19.03.2021
Nú er komið undir land við at hanga nýggj fríholt upp og skifta pullartar. Fríholtini eru skift og 12 nýggir pullartar, 9 á innaru brýggju og 3 á heimaru brýggju, eru skiftir.
Dagføringin av havnaøkinum hevur verið ein av fyrst raðfestingunum hjá Borgarstjóranum og Vinnu- og Havnanevndini. Arbeiðið at skifta fríholt hevur Havna umsjónamaðurin, Heðin Samuelsen sjálvur staðið fyri, ímeðan sp/f Dalsbø hevur leverað og fest pullartarnar.
Kavari hevur verið niðri og er botnur reinsaður, har millum annað 67 dekk vórðu tikin upp, umframt annað órudd.
Miðja verður ímóti at seta upp tveir størri fendarar at verja skipini enn meira, um tørvur er á tí. Fendarirnir eru komnir til landið og vera settir upp í næstum. Teir eru ætlaðir til, tá suður er inni á vágni.
Arbeitt verður við at gera eina heildarætan fyri Miðvágs - Sandavágs havn. J & K Petersen er í gongd við at skanna botnin inni á vágni, so vit fáa eitt fullfíggja yvirlit yvir, um møguligar broytingar eru á botninum. Botnkanningarnar fara at siga okkum um tørvur er á sandsúgvara, ella um nýggi brimgarðurin inni á sandinum heldir sandinum uppá pláss. Harvið fáa vit eitt dagført kort av botninum.
Ætlan verður gjørd fyri at stoypa síðsta strekkið á heimaru brýggju, so trukkar betur kunnu koyra millum virkið og keikantin.
Ynski er at fáa gagnnýtt økið betri til framtíðar inntøkur til kommununa og borgarum okkara, og hettar arbeiðið er byrja.
Kommunan er støðugt í vøkstri. Tað var frammi í seinastu viku, at vøksturin fyri Vága økið var steðgaður, men hetta var ikki galdandi fyri Vága kommunu. Her var ein vøkstur á uml. 1%.