Eitt virkið ungdómsráð í Vága kommunu

Ungdom

30.08.2024

Í sambandi arbeiðið at menna barna- og ungdómsøkinum í Vága kommunu, sum býráðið setti í gongd á várið 2021, varð eitt ungdómsráð sett á stovn í desember 2022, og hava tey verið sera virkin síðan. Hetta ráðið hevur til endamáls at ráðgeva kommununi og vera ein hoyringspartur í málum, sum ávirka børn og ung í kommununi.

Ungdómsráðið er mannað við ungum fólki, sum umboða ymsar frítíðar- og ítróttarfelagskapir, samkomur, ungdómshúsið og skúlan. Tey hittast javnan fyri at viðgera ymsar spurningar, felags áhugamál, og at leggja ætlanir fyri tiltøk, ið tey skipa fyri.

Fyrsti fundur eftir summarsteðgin varð hildin í hesi vikuni. Nakrir av limunum eru vorðnir vaksnir og eru farin víðari, meðan nýggj ung eru komin í teirra stað sum umboð í ráðnum. Á skránni til fundin vóru fleiri mál til viðgerðar. Millum annað hevur ungdómsráðið fingið eina áheitan frá Mentanar- og trivnaðarnevndini um at geva sítt íkast til ein barna- og ungdómspolitikk, sum er orðaður, og at siga teirra hugsan um eitt mál um skúlabuss koyring. Onnur mál sum ungdómsráðið fyrr hevur verið við í at viðgera, er stóra átakið við frítíðarkorti til børn og ung í Vága kommunu.

Ungdómsráðið arbeiðir eisini við at skipa fyri einum borgarafundi seinni í ár. Fyrireikingarnar til hetta tiltak eru longu í gongd, har hugskotini, ið vórðu umrødd fyri summarsteðgin, nú skulu gerast til veruleika. Nógv arbeiðið liggur í fyriskipan av einum tílíkum tiltaki. Tað skal góð marknaðarføring til á heimasíðum og instagram, beinleiðis prát við tey ungu við kunning og alt tað, sum krevst fyri at fáa eitt slíkt stórt tiltak at eydnast. Hetta arbeiðið kemur ungdómsráðið sjálvt at standa fyri. Borgarafundurin fer at fevna um framførslur, kjak um barnarættindasáttmálan og pallborðsfundir.

Í byrjanini av september fær Vága kommuna vitjan av danska felagsskapinum Ungdomsringen. Hetta er ein stórur felagsskapur við ungum úr øllum Danmark, sum luttaka í ymsum tiltøkum, festivalum og kjakum. Har møtast tey við øðrum ungum og kjakast um tað góða ungdómslívið og tryggja, at røddirnar hjá teimum ungu verða hoyrdar.

Á teirra vitjan í Føroyum hava limirnir í Ungdomsringen ynskt at hitta Ungdómsráðið í Vága kommunu. Ætlanin er at hava eitt 'meet & greet', har báðir partar kunnu læra av hvørjum øðrum og greiða frá teirra arbeiði.