19.10.2022
Landsverk og HJ Asfalt hava heitt á kommununa at stongja innkoyringina til rundkoyringina frá Hammershaimbsvegi, hetta fyri at fáa ferðsluna at koyra betri, ímeðan arbeitt verður við at asfaltera vegin av nýggjum gjøgnum Sandavág.
Innkoyringin í rundkoyringina frá Hammershaimbsvegi í Sandavági verður stongd frá kl. 9.30 í hósmorgunin 20. oktober og kl. 8.30 fríggjamorgunin, til arbeiðið er liðugt. Tað vil siga at tey sum koyra úr bygdini í Sandavági og skulu vestur eftir skulu koyra niðan á Steig og so víðari norð á Sarpar, og út á høvuðsvegin norðanfyri Vakstrarhúsið. Arbeiðið at asfaltera vegin oman á Valloyrina byrjar mánadagin.