11.03.2021
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at festa nýggjar pullartar á keiina á Innaru bryggju. Hetta arbeiðið er liður í at betra um umstøðurnar hjá størri skipum at leggja at.
Arbeiðið at festa pullartar er liðugt, og nú verða fríholtini somuleiðis skift. Tað eru 30 metrar av fríholti skift, og væntast arbeiðið at skifta restina, at verða liðugt í hesi vikuni.