08.04.2022
Náttina til hósdag hevði kavað illa, og tá flogfarið hjá Atlansflog lendi seint um kvøldið, var ikki koyrandi um Sandavágsháls og eini 15 bilar stóðu fastir í kavanum.
Men tilbúgvingin í Vága kommunu er góð. Á miðjari nátt varð heitt á sløkkiliðið í Vága kommunu um at hjálpa, tí Landsverk ikki byrjaði at grava aftur fyrr enn kl 05.
Dánjal Pauli Poulsen tilbúgvingarleiðari og Jónhard Selfoss frá sløkkiliðinum fóru norð á Háls, og fingu eini 10 bilar oman til Sandavágs, og ført nakrar bilar oman til tunnilin. Øll fólkini ið vendu oman av Hálsi komu inn á sløkkiliðsstøðina inni á kaiini, har Bjarni Prior, borgarstjóri tók ímóti og bjóðaði kaffi. Ímeðan fór Jónhard Selfoss, sum bæði er partur av sløkkiliðinum og maskinførari hjá Vága kommunu, ígongd við kavarudding uppi á Hálsi, so flog gestirnir kundu sleppa heim til hús. Klokkan hálvgum fýra á morgni leiddi Dánjal Pauli øll trygt norð til tunnilsmunnan.
Vit hava fingið sendandi myndir frá Dánjal Paula Poulsen, tilbúgvingarleiðara. Tað hevur stóran týdning við einari góðari tilbúgving í kommununi, og fólki sum altíð eru klár at hjálpa tá tørvur er á tí.