Ungdómurin í Vága kommunu samlar inn til Reyðakross

EARTH HOUR

22.03.2022

Vága kommuna verður, eins og undanfarin ár, við í átakinum Earth Hour, ella á føroyskum jarðarinnar tími í 2022.

Endamálið við átakinum er, at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, eitt heimsumfatandi átak, ið byrjaði í 2007, har fleiri býir og kommunur eru við og tað legst afturat á hvørjum ári.

Tað sum verður annarleiðis í ár er, at ungdómurin í Virkishúsinum við Ánna fer at bjóða inn til eitt hugnakvøld í bygdarhúsinum í Miðvági, fyri at varpa ljós á umhvørvi og teirra framtíð. Samstundis verður tiltakið skipa sum ein innsavning fyri flóttum úr Ukraina, har vit standa saman við Reyðakrossi at samla pening inn.

Tiltakið byrjar leygarkvøldið 26. mars kl. 19.30. Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Lyon Hansen fer at framføra nakrar sangir. Og tá Earth Hour byrjar kl. 20.30 sløkkja vit ljósini inni í bygdarhúsinum og allari kommununi í 1 tíma, og tá fara vit at syngja felgassangir.

Allur peningurin sum kemur inn frá sølu av kaffi, køkum o.a, verður óskerdur latin víðari til innsavningina hjá Reyðakrossi, til teirra innsavningartiltak í kringvarpinum sunnukvøldið 27. mars.

Einstaklingar og fyritøkur hava eisini møguleika fyri at stuðla ungdóminum í kommununi, í teirri roynd at savna so nógvan pening sum gjørligt til Reyðakross.

Um tað ikki liggur fyri at koma ein túr í bygdarhúsið, so heita vit á borgarar í kommununi um at sløkkja ljósið í 1 tíma, far út í tún í grannaløgunum, fyll termofløskuna við kaffi, far í eina heita troyggju ella við teppi um herarnar, grønu sangbók, og brúki so løtuna at vera saman, syngi, tosi um umhvørvi og kaga upp í himmalin.

Earth Hour er partur av ABC fyri sálarligari heilsu, har dentur verður lagdur á at vera saman og at vera hugbundin.