Vit halda fram at vera varin

Corona

16.11.2021

Tí er týdningarmikið, at øll sum koma á stovnin - bæði børn og vaksin – eru frísk. Høvuðstilmælini til tess at avmarka koronu eru, at øll fólk, sum hava sína gongd dagstovunum, vaska sær væl og virðiliga um hendurnar við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin og møguliga nýta hondspritt aftaná.

Virksemið á stovnunum verður tillagað til at stovurnar ikki blandast – einsemisstovur, foreldur ikki samlast í gongini við avlevering og heintan, vaska hendur tá børnini koma inn á stovnin og í mest møguligan mun, at tað er ein persónur sum avleverar og heintar børnini.

Barnagarðsstovnarnir lata upp kl. 7:30, og um foreldrini hava tørv á at latið verður upp fyri tað, skulu tey boða frá á stovuni.

Somuleiðis lata allar stovur aftur kl. 16:30, men um tey hava tørv á at latið verður aftur seinni, mugu tey boða frá á stovuni.

Fylgt verður við smittustøðuni í landinum, og tillagingar verða gjørdar so hvørt sum støðan broytist.